Eykavinningurin í Gekkinum: Vinnaraseðilin funnin

Um KVF
Eykavinningurin í Gekkinum: Vinnaraseðilin funnin
Í Gekkinum fríggjakvøldið var drigið um eykavinningin, sum er ein hondbóltsferð fyri tvey við kvinnulandsliðnum til Trier. Vinnaraseðilin er seðil nummar 124732
Vinnarin gjørdist gekkaseðil nummar 124732. Seðilin er seldur í Bónus við Norðskála 10. oktobur.
 
07-11-2025

Í gekkasendingini fríggjakvøldið tann 7. novembur 2025 var drigið um eykavinningin, eina hondbóltsferð fyri tvey við kvinnulandsliðnum til Trier. Íroknað er: 

  • Dystaratgongd
  • Ferðing
  • Gistingarhús við morgunmati
  • 10.000 kr í lummapeningi

Vinnarin gjørdist gekkaseðil nummar 124732. Seðilin er seldur í Bónus við Norðskála 10. oktobur. Nummarið sæst á fremstu síðu á Gekkinum, ovast til vinstru. 

Allir seðlar seldir frá 1. oktobur (viku 40) til 31. oktobur (viku 44) vóru við í dráttinum um eykavinningin. 

Vinnarin verður biðin um at seta seg í samband við Kringvarpið sum skjótast. 

 

Aftur ein eykavinningur í novembur

REY04315_HONDBOLT_NOVEMBER


Í gekkasendingini í kvøld var eisini ein nýggjur eykavinningur kunngjørdur. 

Allir seðlar, sum spæla við í novembur, eru við í dráttinum um eina hondbóltsferð fyri tvey við manslandsliðnum til Oslo í januar 2026, við 10.000 kr. í lummapeningi. Minst tí til at goyma seðlarnar.

Drigið verður 5. desembur. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650

Um kvf css