Terra Dreams og Víkingar skulu kappast móti hinum Norðurlondunum

Terra Dreams og Víkingar skulu kappast móti hinum Norðurlondunum
First Lego League kappingin var hildin um vikuskitið og 40 lið vóru við. Tað er tað mesta nakrantíð.
Terra Dreams úr skúlanum við Løkin var liðið, sum vann First Lego League Føroyar 2025
 
09.11.2025 - 18:49

Terra Dreams úr skúlanum við Løkin og Víkingar úr Eysturskúlanum skulu umboða Føroyar í norðurlendsku kappingini, sum verður í Odense 29. november.

Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi frá First Lego League Føroyar, sum er sent út eftir kappingina, sum var hildin í skúlanum á Fløtum leygardagin.

Tað vóru 40 lið við í kappingini hesa ferð, og tað er størsta kapping av hesum slagi, sum nakrantíð er hildin í Føroyum.

Evnið til kappingina í ár var Unearthed, sum snúði seg um fornfrøði, bæði nú og í framtíðini. Hvat finna vit í jørðini um farnar tíðir, og hvørji tól og tøkni fara framtíðar ættarlið at brúka fyri at skilja, hvussu vit livdu í 2025, vóru spurningarnir. Liðini hava brúkt seinastu átta vikurnar til at byggja og programmera robottar, sum klára at loysa uppgávur á legobananum, menna innovativ hugskot um ársins tema og marknaðarføra hugskotini.

Tað hava verið 50 dómarar úr privatum feløgum og almennum stovnum, sum hava mett um avrikini, og teir hava handað 18 steyp fyri robottkoyring, verkætlan, tøkni, marknaðarføring og kjarnuvirðir fyri at finna føroyameistaran og silvurvinnaran.

Sambært fyrireikarunum var føroyska kappingin tann størsta av øllum kappingunum, sum vóru hildnar henda leygardagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507