Nýggj bók: Føroysk mineral & grótsløg

Nýggj bók: Føroysk mineral & grótsløg
Jarðfeingi gevur út nýggja praktiska handbók.
 
12.11.2025 - 10:48

Bókin "Føroysk mineral & grótsløg" vendir sær til øll, sum vilja vita meir um mineral og grótsløg í Føroyum og um, hvat tey siga okkum um tær jarðfrøðiligu tilgongdirnar, sum bygdu og formaðu landið.

Bókin er býtt í tríggjar partar. Fyrsti partur setir Føroya jarðfrøði inn í eina heildarmynd við í stuttum at lýsa jarðfrøðina hjá allari jørðini. Eisini eru góð ráð og søgur um at savna grót og mineral.

Næsti partur í bókini snýr seg um mineral, sum eru funnin í Føroyum. Føroysku upprunamineralini eru tey, sum krystallisera beinleiðis úr magma og verða til grótslagið bassalt.

Triðji parturin vísir grótsløg og fyribrigdi. Fyrst um grótsløg sum heild, og hvørji sløg eru at finna í Føroyum.

Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen úr Jarðfeingi eru rithøvundar. Tey vitjaðu morgunsendingina til eitt prát:

1775835

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890