
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Bryggjan eitur nýggja sølumiðstøðin í Runavík, ið SMS-samtakið í dag lat upp í gamla Timburhandlinum.
Í Bryggjuni húsast SMS-handlarnir Bónus, Rumbul og Skálkur, umframt matstaðið Sunset, ið samtakið eisini rekur.
Undir takinum er eitt lítið torg, og tað er lítið at ivast í, at Bryggjan verður eitt savningarstað fyri fólk á staðnum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
AdHoc býur
Tað er einki at taka seg aftur í, at Runavík er eitt nýbyggjarastað.
Áðrenn fyrsti kaikanturin kom, og flakavirkið Lynfrost byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í fimtiárunum, var langt millum húsini og fólkini.
Í grundini minti vøksturin hjá Runavík ikki sørt um tað, ið gekk fyri seg í gomlu kovboy-býunum handan hav.
Fyrst kom ein vegur, so kom ein kaikantur, so komu virkini, so komu fólkini, húsini og handlarnir framvið hesum vegi og kaikanti.
Og áðrenn nakar varnaðist, so var Runavík vorðin triðstørsti býur í landinum, tó uttan at mann hevði gjørt sær ordiliga greitt, hvussu hesin býur skuldi skipast.
Í so máta er tað hóskandi, at nýggja sølumiðstøðin eitur Bryggjan.
Partur av nýggjum miðbýi
Tú kanst siga, at Runavík er eitt slag av AdHoc-býi, ið er merktur av bráðræsis- og fyribilsloysnum, heldur enn einari yvirskipaðari ætlan fyri býin.
Hetta er nakað, ið kommunan er farin í holt við at broyta, í eini roynd at savna ein rættiliga spjaddan bý.
Bryggjan er ein liður í einari nýggjari miðbýarætlan í Runavík.
Beint frammanfyri Bryggjuni er eisini reistur fyrsti íbúðarbygningurin, ið ber boð í bý um hesa somu miðbýarætlan.
Har ið fólk eru vilja fólk vera
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt røðu, tá Bryggjan lat upp, og hann gjørdi vart við, at skjótt letur ein toppmodernað svimjihøll eisini upp í Runavík.
"Alt hetta bendir á, at vit gjørdu rætt, táið vit fóru undir at fyrireika ein miðbý higani og nakað væl inn í Heiðarnar. At ein av trimum tunnilsmunnum - úr smoguni undir Tangafirði - endaði í økinum, sum áður var býarinnar endastøð, hevði sjálvandi eitt broytt ferðslumynstur við sær. Við eitt var hetta høvuðsferðsluæðrin í landinum," gjørdi borgarstjórin vart við.
Tórbjørn Jacobsen gjørdi eisini vart við, at ein títtur býarpulsur er neyðugur, um fólk skulu tíma at flyta til eitt stað og støðast.
Borgarstjórin vísti til regluna "The City That Never Sleeps", ið Frank Sinatra sang um amerikanska stórbýin New York.
"Uttan samanbering, í stødd og meingi, so er veruleikin hann, at ein títtur býarpulsur dregur sum ein magnetur. Har ið fólk eru - vilja fólk vera, og eitt pulserandi handilslív dregur annað við sær. Tað gongur sjón fyri søgn, nú tað bert eru nakrir fáir dagar hespaðir upp á tíðarsnælduna síðan Kodio legði leiðina hendanvegin, ein hárskeri letur eisini upp í hesum døgum og hinumegin vegin, í nýggja miðbýarøkinum, síggjast konturarnir nú av nýggjari íbúðarætlan."
Heimsins flottasta Sunset
"Hetta er flottasta Sunset-matstaðið í heiminum," staðfesti Katrin Káradóttir, leiðari fyri matstøðunum hjá SMS, errin, tá hon tók ímóti fyrstu gestunum í Sunset í Bryggjuni í Runavík.
Og tað hevur hon rætt í.
Tað er sera snotiligt at koma inn í nýggja Sunset í Runavík. Tú fært ikki ordiliga kensluna av einum fastfood-staði, tá tú trínur innar.
"Alt er gjørt frá grundini av snikkarum," greiðir Katrin Káradóttir frá, og vísir til alt træverkið í Sunset.
Eisini arbeiðsumstøðurnar í køkinum eru eisini góðar.
"Har er høgt til loftið, og so er gólvvíddin tvífald so stór sum í SMS, so tað er nakað, ið vit fegnast um."
Bryggjan liggur eisini í grannalagnum hjá Runavíkar skúla, har ið ein bróðurpartur av børnunum í býnum ganga, og tað er lítið at ivast í, at nýggja sølumiðstøðin verður eitt savningarstað fyri børn og ung í Runavík.
Í Sunset í Runavík fæst eisini kaffi frá Espresso House, og tað er fyrsta stað í landinum, at júst hetta kaffi fast.
Tað gevur eisini møguleika fyri, at fólk á staðnum kunnu brúka Sunset sum eina kaffistovu, har tey hittast yvir ein kopp av kaffi áðrenn og aftaná innkeypini eru avgreidd.
Ókeypis svimjing í eitt heilt ár
Áðrenn snórurin við dyrnar til Bryggjuna var kvettur, handaði Niels Mortensen borgarstjóranum Tórbirni Jacobsen ein kekk.
Virðið er ein fjórðingsmillión krónur – 250.000 krónur – og tað er ætlað ungdóminum millum 0 og 15 ár soleiðis, at hesi kunnu svimja uttan kostnað í 2026.
Borgarstjórin takkaði vegna Runavíkar kommuna takkar karan hjartaliga fyri gávuna.