Tunnilssemjan skal endurskoðast

Tunnilssemjan skal endurskoðast
Sambandsflokkurin, sum segði seg taka undir við loysn 1 A um at gera Suðuroyartunnilin úr Djúpadali, er farin at ivast.
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum, sum nú er farin at ivast í tunnilssemjuni, sum var gjørt 27. oktober.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2025 - 10:37

Breiða, politiska semjan um Suðuroyartunnilin, sum løgmaður alment fráboðaði 27. oktober, skal endurskoðast.

Sambandsflokkurin, sum eftir tunnilsfund í Tinganesi segði seg taka undir við loysn-1A, er farin at ivast.

Løgmaður hevur boðað flokkunum til fundar í Tinganesi seinnapartin í dag um Suðuroyartunnilin. Uppskotið er til hoyringar í løtuni, og hoyringarfreistin er fríggjadagin.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, var í Degi og viku í gjárkvøldið:

 

BARDUR_TUNNILSSEMJA

 

Aksel V. Johannesen vil ikki gera viðmerkingar til fráboðanina frá Sambandsflokkinum. Løgmaður vísir til fundin, hann hevur við politisku flokkarnar seinni í dag.

Hann sigur seg vilja gera viðmerkingar eftir tann fundin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585