U21: Hetta er torførasta uppgávan

U21: Hetta er torførasta uppgávan
U21-landsliðið hjá monnum í fótbólti skulu í kvøld spæla móti franska U21-landsliðnum í kvøld. Hetta verður óiva torførasta uppgávan í hesum bólkinum
Liðið, sum byrjaði inni móti Ungarn
Mynd: Terji Nielsen/FSF  
 
17.11.2025 - 16:02

Føroyska U21-landsliðið byrjaði EM-undankappingina við at vinna á Estlandi, Íslandi og Luksemborg, men síðani hevur liðið rent seg í – á pappírinum – sterkastu liðini í bólkinum. Føroyar hava tapt 6-0 í Klaksvík móti Fraklandi og 3- 1 móti Sveis á Tórsvølli.

Føroyska U21-landsliðið hevur verið á ferð í eina tíð. Fyrst fór liðið til Ungarn at spæla venjingardyst. Hetta er fyrsti venjingardysturin í nýggjari tíð hjá U21-landsliðnum. Føroyar taptu 3-0.

– Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har vit í stóran mun megna at halda ungarum frá málmøguleikum. Í seinna hálvleiki avrika vit ikki nóg væl, og tískil vinnur mótstøðuliðið uppiborið. Allir fingu spælitíð, so hóast tap, so hava vit fingið nógv burturúr hesum venjingardystinum, segði Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Føroyar spæla í kvøld klokkan 20.00 móti Fraklandi. Frakland vann sannførandi 6-0 í Klaksvík í oktobur. Liðið líkist sær sjálvum, men millum annað Warren Zaïre-Emery er farin við franska A-landsliðnum. 

– Vit vóru ikki heilt nøgdir við egið avrik móti fransmonnum á heimavølli í oktobur, og hetta ynskja vit at betra um. Og skulu vit fáa eitt gott úrslit hesaferð, so krevst at vit spæla upp til okkara allar besta. Vit hava fyrireikað okkum væl, og fingu eisini nógv burturúr venjingardystinum móti Ungarn. Allir í hópinum eru væl fyri, so ja, vit eru klárir, væl vitandi, at uppgávan verður stór og trupul, og vit skulu rokna við at koma at standa nógv í verjustøðu, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Undan dystinum eru Føroyar fremst í bólkinum við níggju stigum. Sveis og Ísland hava átta stig, og á fjórða plássi er Frakland við sjey stigum. Estland hevur tvey stig, og aftast er Luksemborg við einum stigi. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839