Sáttmáli gjørdur um nýggja fongslið við Áir

Sáttmáli gjørdur um nýggja fongslið við Áir
Føroyskar fyritøkur og arkitektar eru umboðaðar í toyminum, sum skal byggja fongslið
Nýggja fongslið við Áir kemur í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali, og nýggja fongslið skal standa liðugt við árslok í 2030.
 
19.11.2025 - 15:10

Sáttmáli er gjørdur um arbeiðið at byggja nýtt fongsul við Áir, upplýsir Løgmálaráðið

Styrelsen for Danmarks Fængsler hevur skrivað undir sáttmála við WSP Danmark A/S, sum saman við undirveitarunum Friis & Moltke (Danmark), JJW Arkitekter (Danmark), MAP Arkitektar (Føroyar), LYTT Architecture (Danmark), LBF (Føroyar), PB Consult (Føroyar) og Hollingsworth Pack (Danmark), skulu standa fyri arbeiðinum at byggja nýggja fongslið.

Nógvar fyritøkur hava víst arbeiðinum at byggja nýggja fongslið í Føroyum áhuga, sigur Løgmálaráðið.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, sigur seg fegnast um, at arbeiðið er komið so langt, at sáttmáli nú er undirskrivaður, og at føroyskar fyritøkur og føroyskir arkitektar eru umboðaðir í toyminum, sum skal byggja fongslið.

Tá ið farið verður undir arbeiðið at gera grundøkið byggibúgvið, og tá farið verður undir sjálva byggingina, fáa føroyskar fyritøkur møguleikan at bjóða seg fram og veita tænastur.

Nýggja fongslið við Áir kemur í staðin fyri varðhaldið í Mjørkadali, og eftir ætlan skal fongslið standa liðugt við árslok 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234