- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparvøksturin í fjør tvær ferðir so stórur sum í fyrraárið
Búskaparvøksturin í fjør tvær ferðir so stórur sum í fyrraárið
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum var 29,5 milliardir krónur í fjør

Føroyski búskaparvøksturin var størri enn vøksturin var í ES í 2025.
05.10.2026 - 12:54
Búskapurin var meira enn dupult so stórur í 2025, sum hann var í 2024.
Búskaparvøksturin í Føroyum var 1,9 prosent í fjør.
Hann var 0,8 prosent í 2024.
Tilfeingisvinnan gav størsta positiva ískoytið til realu virðisøkingina.
Framleiðsluvinnan dró vøksturin niður, skrivar Hagstovan.
BTÚ 29,5 mia. kr.
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum var 29,5 milliardir krónur í fjør.
Árini 2021, 2022 og 2023 var árligi búskaparvøksturin oman fyri trý prosent.
Føroyski búskaparvøksturin var størri enn vøksturin var í ES í 2025.
Í ES var hann 1,4 prosent. Og hann var 1,9 prosent í Føroyum.
Men í Danmark var hann 3,5 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























