Breddin: Rúsevnismisnýtsla og politiska skipanin

Breddin: Rúsevnismisnýtsla og politiska skipanin
Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, hvørja leið skulu vit ganga, og hvørjar eru politisku loysnirnar, verður spurt í sendingini í dag
Hesi fýra fara at skifta orð í Breddanum fyrrapartin um vaksandi rúsevnismisnýtsluna í Føroyum.
 
20.11.2025 - 08:14

Fólk, sum rúsa seg við sproytu, heilivágur, sum verður misnýttur sum rúsevni, fiksi-rúm og fólk, sum ikki rúmast í samfelagnum - heldur ikki á viðgerðarstovnum. 

Í dag spyrja vit politisku skipanina um avbjóðingarnar og ávaringarnar, sum vit hava hoyrt um seinastu vikunar. 

Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, vita vit nóg mikið um tey, ið eru ringast fyri, hvørja leið skulu vit ganga - og hvørjar eru politisku loysnirnar?

Í útvarsstovuni vera Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Bárður á Lakjuni fyri Fólkaflokkin og Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin.

Breddin klokkan 10.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613