Danski verjumálaráðharrin vitjar í dag

Danski verjumálaráðharrin vitjar í dag
Troels Lund Poulsen fer at hitta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og hann skal eisini vitja MEST og Atlantic Airways Aviation Academy
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, verður í Føroyum í dag.
 
21.11.2025 - 08:49

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, verður í Føroyum í dag.

Hann skal hitta landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg.

Tey skulu tosa um verjupolitiska samstarvið millum Føroyar og Danmark og á norðurleiðunum.

Troels Lund Poulsen skal eisini vitja MEST og Atlantic Airways Aviation Academy.

Í tíðindaskrivi frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum verður sagt, at trygdarpolitiska støðan í heiminum ger, at Arktis og Norðuratlantshavið hava alsamt størri strategiskan týdning.

Tí er neyðugt at hava haldgott samstarv um trygdar- og verjupolitikk. 

Tað er avgerandi, at Føroyar eru við í tilgongdini fyri at fáa eina felags fatan um raðfestingum og møguleikar og, at Føroyar hava virknan leiklut.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891