- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar søktu Spania í Trier

Allar Føroyar hildu ondini, tá Jana Mittún fekk bóltin í evstu løtu. Allar Føroyar eksploderaðu í sonnum gleðisrómi, tá hon í eini knappari vending setti bóltin í málið.
Føroyar høvdu søkt Spania, hondbóltskvinnurnar høvdu aftur skriva søgu, Føroyar høvdu vunnið ein dyst í heimsmeistarakappingini. 27-25 stóð á máltalvuni.
Tað hevði ikki borið til uttan Rakul Wardum. Málverjin, sum tvær ferðir hevði kostað mál í fyrra hálvleiki, tók risarevansju í seinna hálvleiki, tá hon ferð eftir ferð stórbjargaði skotunum frá ørkymlaðu spaniólunum.
Hon dróg Føroyar inn aftur í dystin, og restin av liðnum tók av. Føroyska bakketan skiftist um at skora, og aftanfyri málið var stuðulin frá føroysku fjøldini fyrimyndarligur. Tey vistu ikki, um tey skuldu gráta ella flenna, tá tímin fór.
Trier telist millum søguligu býirnar í Týsklandi. Nú eiga føroyingar sín stóra kapittul av Trier-søguni.
Pernille Brandenborg vísti satt stórspæl. Liðskiparin bardist allan dystin á tamb við stóru spaniólarnar og skoraði upp á sjey av sjey skotum. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Hingu í fyri steðgin
Pernille Brandenborg skeyt fyrsta føroyska málini. Fyrst tá hon setti ein leysan bólt bólt í netið, og síðan upp á brotskast eftir at Súna Krossteig Hansen breyt ígjøgnum.
Næstu løtuna spøktu gamlar syndir aftur. Fleiri skot frá millum annað Janu Mittún og Lív S. Poulsen fóru í stongina og út, meðan Spania revsaði knallhart í hinum endanum.
Trý mál vóru á muni og 13 minuttir spældir, tá føroyingarnir bóðu um leikbrá og skiftu til sjey ímóti seks. Tað riggaði; strika nummar tvey Bjarta Johansen minkaði skjótt um munin, men føroyingarnir máttu arbeiða hart fyri hvørjum máli.
Júst tað gjørdu tær eisini, og munurin hvørki vaks ella minkaði fram ímóti steðginum, tá eitt óneyvt útkast frá Rakul Wardum gjørdi, at munurin var pluss trý til ístaðin fyri tvey til spaniólar.
Rakul ferð eftir ferð
Fór Rakul Wardum eitt sindur nipin í umklæðingarrúmið, tók hon revansju so ruddiliga frá byrjan í seinna hálvleiki. Ferð eftir ferð stórbjargaði Ringkøbing-málverjin frá sponsku skjúttunum, og upp á lítla løtu spældu Føroyar seg upp á javnt og enntá framum.
Tær í føroysku bakketuni skiftust hesa løtuna um at skjóta mál og eina løtu sá út til, at alt bar til. Brádliga tóktiskt tó sum um álvarin gekk upp fyri føroyingunum. Í heili fimm minuttir var støðan javnleikur 20-20, og spenningurin var tjúkkur í Trier.
Spania vann nervakríggið, og fóru upp á 23-21 og vóru eitt stong-út-skot av egnari hálvu frá at vinna sær trímáls-leiðslu. Í staðin kom føroyskt mál frá Súnu Krossteig Hansen, og so livdi dysturin aftur av álvara.
Soleiðis sært tú út, tá tú hevur skrivað føroyska ítróttasøgu. Føroyar hava vunnið HM-dyst á Spania. (Mynd: Jure Erzen / kolektiff)
Elsa tók sakina í egnar hendur
Rakul Wardum helt fram við stórspælinum. Málverjin tók framvegis týdningarmiklar bóltar, og so tók Elsa Egholm annars sakina í egnar hendur. Fyrst javnaði hon, og lítla løtu seinni skeyt hon Føroyar framum við skotið inn við nærru stong.
Spania javnaði, men Jana Míttún fekk bóltin, og sum ein rakett streyk hon ígjøgnum og so lúrdi sensatiónin av álvara. Spaniólar høvdu kjansin at javna, men Rakul Wardum vikaðist ikki, og so hevði Føroyar bóltin.
Leikbrá, kalt føroyskt blóð í æðrunum og so lá bólturin í hondunum hjá Janu Mittún. Hon var troytt av at brenna kjansir, segði hon í gjár; hesa ferð brendi hon ikki, men sendi í staðin føroyingar í ekstasu.
SWT Arena Trier (HM-endaspæl, 2. umfar í bólkaspælinum)
Føroyar - Spania, 27-25 (11-14)
Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 7, Jana Mittún 6, Súna Krossteig Hansen 4, Maria P. Nólsoy 3, Rannvá Olsen 2, Elsa Egholm 2, Bjarta O. Johansen 1, Lív B. Zachariasen 1, Karin Egholm 1






























