Soleiðis koma Føroyar víðari til millumspælið

bannari
Soleiðis koma Føroyar víðari til millumspælið
Føroyar skulu antin vinna ella fáa javnleik móti Paraguai, fyri at vera vísar í at sleppa til Dortmund at spæla millumspælið. "Confused you won't be after this article"
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
30.11.2025 - 13:34

Eftir søguliga sigurin móti Spania í HM-endaspælinum, ið er størsta bragd í føroyskari ítróttarsøgu, standa hondbóltskvinnurnar við øðrum beinini í millumspælinum í Dortmund. 

Men tær mugu ansa eftir ikki at hyggja ov langt fram, tí tapa Føroyar móti Paraguai, so kunnu hondbóltskvinnurnar skjótt standa við báðum beininum uttan fyri millumspælið. 

Trý lond í bólkinum eru tryggjað luttøku í millumumfarinum, men reglurnar eru tó, at tað eru innanhýsis dystir, ið telja fyrst, áðrenn hugt verður eftir málúrtøkuni, tá avgerast skal, hvør endar omanfyri hvønn á stigatalvuni.  

 

Sigur gevur tvey stig við víðari

Um Føroyar vinna ella spæla javnt móti Paraguai í dag, so hava hondbóltskvinnurnar tryggjað sær luttøku í millumumfarinum.

Hartil taka kvinnurnar tey bæði stigini, ið tær vunnu móti Spania, við sær til millumumfarið, tí so eru tað Føroyar, Montenegro og Spania, ið fara víðari í kappingini.  

Tapa Føroyar móti Paraguai, so mugu kvinnurnar fyrst vóna, at Montenegro vinnur á Spania.

 

Hvørt mál telur um vit tapa

Vinnur Montenegro á Spania, so enda Spania, Føroyar og Paraguai við tveimum stigum í bólkinum, og tá verður málúrtøkan tikin í brúk, fyri at avgera hvat av liðunum ikki sleppur við til millumspælið.

Í so fall, so telur hvørt mál. 

Føroyar víðari, um vit ikki tapa við ov nógv málum móti Paraguai, tí enda Føroyar við verri málúrtøku enn Paraguai, so Føroyar enda í Presidents Cup, sum er víðari kappingin fyri tey ringastu londini, ið skulu spæla um plássini frá 25 til 32.

Spanskur sigur og føroyskt tap merkja, at Føroyar ikki koma víðari til millumspælið, men skulu spæla í Presidents Cup. 

So segði hann: Confused you won't be after this episode of soap." 

Kom nú Føroyar!!!!!

 

 

 

 

So segði hann: "Confused you won't be after this episode of soap."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115