Dagføra dagstovnalógina frá 2000

Dagføra dagstovnalógina frá 2000
Lógin fevnir um dagrøkt, vøggustovu, barnagarð og frítíðarstovnar til í minsta lagi annan flokk og við honum
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt dagføringarnar í lógini í tøttum samstarvi við Kommunufelagið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.12.2025 - 10:21

Lógin um dagstovnar og dagrøkt, sum frá 2000, er dagførd. Uppskotið er til hoyringar, til 5. januar.

Fimm høvuðsbroytingar eru.

Ábyrgdarbýtið verður nágreinað, so tað er púra greitt, hvør hevur fakliga og fyrisitingarliga ábyrgd.

Ein samstarvsnevnd hjá landi og kommunum skal samskipa menning á økinum.

Tilboðini í lógini eru greitt avmarkað. 

Lógin fevnir um dagrøkt, vøggustovu, barnagarð og frítíðarstovnar til í minsta lagi annan flokk

 

Kunnu hava stongt í fimm vikur

Reglurnar um upplatingartíð vera greiðari. Til ber at hava stongt upp til fimm vikur um árið.

Kommunur skulu lata námsfrøðiliga ráðgeving.

Landið letur sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá serligur fakligur tørvur er á henni.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt dagføringarnar í lógini í tøttum samstarvi við Kommunufelagið.

Samanumtikið skulu broytingarnar í lógini gera ábyrgdarbýtið millum land og kommunur greiðari og avmarka nágreiniliga, hvørji tilboð og aldursbólkar lógin er um.   

Tær skulu seta felags karmar um námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040