Løgmaður: Kundi ikki tvinga Súsonnu at vera sitandi

Løgmaður: Kundi ikki tvinga Súsonnu at vera sitandi
Súsanna Bertholdsen vildi sleppa úr landsstýrinum, tí alt bendi á, at fosturtøkumálið verður ikki samtykt, um Djóni Nolsøe Joensen tók sæti aftur á tingi
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
02.12.2025 - 13:30

- Súsanna Bertholdsen bað um at verða loyst úr starvinum í gjárkvøldið, og tað tók eg til eftirtektar. Eg kann ikki tvinga eitt landsstýrisfólk til at vera sitandi.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, um støðuna, nú landsstýrið brádliga aftur er umskipað. 

Súsanna Bertholdsen bað um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna, tí alt bendi á, at fosturtøkumálið verður ikki samtykt, um Djóni Nolsøe Joensen tók sæti aftur á tingi. 

Samstundis sum løgmaður hevur loyst Súsonnu Bertholdsen úr landsstýrissessinum, hevur hann gjørt av, at Djóni Nolsøe Joensen skal halda fram sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Hoyr samrøðu, sum Georg L. Petersen gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

02122025_Aksel_um_fosrturtokulog

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424