- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyar-Dánjal hevði fyrsta skiparaskúlan

Ein av teimum, sum mangan verður nevndur sum undangongumaður í føroyskari sigling, er Suðuroyar-Dánjal. Hann er nevndur í Føroya Siglingarsøgu hjá Pálli Nolsøe, og hann verður eisini umrøddur í doktararitgerðini hjá Erlingi Isholm, “Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum”.
Hann var 17 ára gamal, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdu “Royndina Fríðu” í 1804, og fá ár seinni gjørdist hann skipari á triðja skipinum, sum varð bygt í Føroyum. Seinni keypti hann sítt egna skip. Hann búsettist í Sandavági og fór at undirvísa monnum í siglingarfrøði.
Jan Erik Simonsen hevur nú skrivað bók, sum Forlagið á Merkrunum hevur givið út, sum eltir slóðina hjá Suðuroyar-Dánjali.
Hesa bókina fara Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur og rithøvundur, og Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur, at ummæla í Vágskálini í útvarpinum mikudagin 10. desember.
Porkeri umleið 1929. Ovast í myndini síggja býlingarnir Í Gjørðum og Uttan Heyga. (Myndaeigari: Mannbjørn Olsen / Gamlar myndir úr Porkeri á Facebook)
LES EISINI: "Suðuroyar-Dánjal – slóðbrótari og navigatiónslærari," Vagaskip.fo
Bjargaði gentu
Suðuroyar-Dánjal varð borin í heim á garðinum Uttan Heyga í Porkeri í 1787 og æt Dánjal Joensen. Hann búsettist í Sandavági í 1823 og gjørdist har kendur sum Suðuroyar-Dánjal.
Fleiri fiskiroyndir vórðu gjørdar við deksførum seinna helming av 18. øld og fyrra helming av 19. øld. Tann kendasta royndin gjørdist tann hjá Nólsoyar Pálli, men aðrir royndu seg eisini, m.a. Suðuroyar-Dánjal.
Dánjal var stórur tannáringur, tá Nólsoyar-Páll og aðrir smíðaðu ”Royndina Fríðu” í Vági í 1804. Hetta sama árið kom eldur í húsini á Gjørðum í Porkeri. Hetta sá Dánjal á veg heim ímóti bygdini og spurdi, um nakar var inni í húsunum.
Dóttir Per bónda á Gjørðum, tann 8 ára gamla Brita, var ikki komin út, og Dánjal gjørdi ikki mætari enn at bjarga henni. Hetta varð mett sum stórt bragd, ið livdi leingi á mannamunni í Porkeri. Per bóndi var ein teirra, sum hjálpti Nólsoyar Pálli at smíða “Royndina Fríðu” í Vági.
Til Havnar og út í heim
Í 1805 fór Suðuroyar-Dánjal til Havnar at arbeiða hjá Kongliga Einahandlinum. Har var hann í tvey ár. Í 1807 fór hann út í verðina at sigla, og hann sigldi upp á lond í Eystur- og Vesturindiu og Miðjarðarhavi.
Meðan hann var burtur, var hann eitt árið handilsbestýrari í Finnmørkini, men í 1812 er hann aftur í Føroyum. Tá er hann 25 ára gamal, og tað segðist, at í Porkeri kendu tey ungu ikki tann stásklædda mannin aftur.
"Royndin Fríða" var Føroya fyrsta havgangandi skip. Annað skipið var "Nødvendigheden" í 1810, og tað triðja var"Færøe", sum Løbner kommandantur syrgdi fyri at gera liðugt í 1813.
Peder Hansen, Skipar Hansen, gjørdist skipari á ”Færøe”, og fyrsta árið var Suðuroyar-Dánjal stýrimaður hjá honum. Teir vóru m.a. í Íslandi við lýsi, sum skuldi býtast um við korn, men teir fingu bara tubbakk og annað heim við aftur.
Síðan fóru teir ein túr til Bergen fyri Einahandilin, og eftir tann túrin fór Skipar Hansen av ”Færøe”, og Suðuroyar-Dánjal gjørdist skipari.
Illa gekst tó at fáa rakstur í ”Færøe”. Í 1816 varð skipið selt, og so vóru Føroyar aftur skipaleysar. Sama ár fekk Suðuroyar-Dánjal stýrimansprógv í Keypmannahavn. Frammanundan hevði hann siglt við serligum loyvi.
T.v. Dánjal Joensen, Suðuroyar-Dánja, og til høgru húsini hjá Suðuroyar-Dánja í Sandvági, har fyrsti skiparaskúlin í Føroyum var (Kelda: vagaskip.fo)
Keypir "Karen Margrethe"
Eftir hetta gjørdist Dánjal stýrimaður á skipum hjá Einahandlinum í tvey ár, og í 1821 keypir hann skonnartina "Karen Margrethe" í Keypmannahavn. Við henni fór hann til fiskiskap í 1822.
Hann var tríggjar túrar við "Karen Margrethe", men teir drupu ikki livandi, og Dánjal gjørdi tí av at selja skipið. Ólukkutíð sakk skonnartin, áðrenn hon varð seld, og við henni misti Suðuroyar-Dánjal nógvan pening.
Í 1822 varð løgmansgarðurin á Steig í Sandavági settur til sølu. Suðuroyar-Dánjal keypti lut nr. 7 í garðinum, bygdi sær nýggj hús har og búsettist í teimum.
Hann giftist Amaliu Elisabeth Hentze í 1826, sum var tvey ár yngri.
Tá hann var komin upp í árini, fór Dánjal at undirvísa monnum í siglingarfrøði í Sandavági, og hóast Nólsoyar Páll eisini undirvísti í siglingarfrøði, verður skúlin hjá Suðuroyar-Dánjali roknaður sum fyrsti skiparaskúli í Føroyum.
Seta skúlan í stand
Ikki minst av hesi orsøk er bókin um mannin nú skrivað. Í eftirskriftini til frásøgnina sigur Jan Erik Simonsen, at ætlanin er at seta fyrsta skiparaskúlan í upprunastand.
Húsini í Sandavági, har skiparaskúlin var, hava staðið tóm síðan 1963. Nevndirnar í Sandavágs Bygdarsavni og Sandavágs Fornminnafelagi hava leingi víst húsunum áhuga, og Tjóðsavnið heldur, at tey eru varðveitingarverd.
Síðan 2020 hevur Sandavágs Bygdarsavn átt húsini, og Kontrast Arkitektar hava gjørt eina støðumeting av teimum.
Ætlanin er, at tey skulu vera eitt livandi savn um fyrsta skiparaskúlan í Føroyum, men enn er ikki komið á mál, tí tann størsta uppgávan er eftir – at finna fígging til verkætlanina.
Bókin um Suðuroyar-Dánjal verður ummælt í Vágskálini mikudagin 10. desember kl. 16.05.
Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudag kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð





























