Neyðsendari órógvaði

Neyðsendari órógvaði
Ein neyðsendari, sum var mistur fyri borð á einum stuttleikabáti mánakvøldið vestan fyri Hest, órógvaði neyðfrekvensin hjá flogvøllinum
EPIRB
 
10.06.2026 - 06:40

Ein neyðsendari, sum var mistur fyri borð á einum stuttleikabáti mánakvøldið vestan fyri Hest, órógvaði neyðfrekvensin hjá flogvøllinum.

Leitað var á sjónum eftir neyðsendaranum, sum flýtur, men uttan úrslit.

Neyðsendarin, ein EPIRB, helt á at senda. Hetta órógvaði neyðfrekvensin, serliga hjá Vága floghavn, skrivar Vørn. 

Í gjáramorgunin var so tyrla send at leita. Tá bar til. Hon fann neyðsendaran. Tyrlumanningin tók hann upp og sløkti hann. Og so var friður.

Í gjáramorgunin sleipaði Brimil ein útroðrarbát úr Havn inn á Strendur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115