Lando Norris er heimsmeistari í F1-kappkoyring

Lando Norris er heimsmeistari í F1-kappkoyring
F1 hevur fingið ein nýggjan heimsmeistara, tí enski Lando Norris tryggjaði sær í dag meistaraheitið við einans tveimum stigum framman fyri fýrfalda meistaran Max Verstappen
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
07.12.2025 - 15:02

Tað var ein kensluborin Lando Norris, ið kom á mál sum nummar trý í Abu Dhabi, men hóast tað kundi kalla seg Formil 1-heimsmeistara fyri fyrstu ferð. 

26 ára gamli Lando Norris, ið er breti og koyrir fyri bretska McLaren-liðið, er 35. heimsmeistarin í F1-søguni. 

Heimsmeistaraheitið kom í hús undir stórum trýsti frá fýrfalda hollendska heimsmeistaranum Max Verstappen, ið hevur vunnið meistaraheitið øll árini síðani 2020. 

Myndir: Ritzau/Scanpix

 

Sjáldsama spennandi

Í grundini hevur kappingin um heimsmeistaraheitið millum koyrararnar sjáldan verið meira spennandi, tí tríggir koyrarar kundu vinna heimsmeistaraheitið, tá komið var til ársins síðstu kappkoyringina í Abu Dhabi. 

Lando Norris lá á odda, Max Verstappen á øðrum plássi, og McLaren-liðfelagin hjá Norris, Oscars Piastri úr Avstralia, á triðja plássi. 

Lando Norris skuldi einans enda millum tríggjar teir fremst í Abu Dhabi, fyri at vera vísur í at gerast heimsmeistari uttan mun til, um Max Verstappen vann kappkoyringina í Abu Dhabi.

 

Taktisk koyring

McLaren hevði longu áðrenn síðstu kappkoyringina tryggjað sær liðmeistaraheitið, men tað var eyðsæð, at liðið eisini vildi vinna koyrarameistaraheitið.

Taktikkurin var greiður, og tað var at Lando Norris skuldi koma á mál, og so skuldi hann vera millum tríggjar teir fremstu, tí so kundi tað í grundini gera tað sama, hvat Max Verstappen gjørdi. 

Oscar Piastri hevði til uppgávu at leggja trýst á Verstappen, tí um Verstappen ikki ansaði eftir, so kundi Piastri stinga av við meistaraheitinum. 

Taktikkurin eydnaðist til fulnar, tí hóast Max Verstappen streyk avstað við sigrinum í Abu Dhabi, so endaði Lando Norris á triðja plássinum aftanfyri McLaren-liðfelagan Oscar Piastri, ið annars hevur ligið fremst í heimsmeistarakappingini ein stóran part av kappingarárinum.

 

Leclerc størsta hóttanin 

Størsta hóttanin móti Norris gjørdist franski Ferrari-koyrarin Charles Leclerc, ið støðugt hótti við at taka triðja plássið frá Lando Norris.

Og ja, so var tað Redbull Racing-liðfelagin hjá Max Verstappen, Yuki Tsunoda, eisini ein hóttan, men av øllum teimum skeivu orsøkunum. Eftir eitt dekkskifti, skuldi tann væl kvikari Lando Norris yvirhála Yuki Tsunoda, men hesin trýsti nýklækta heimsmeistaran av breytini, sum er sera vandamikið, í royndini at forða honum at koma framvið. Hetta varð Tsunoda eisini revsaður fyri. 

 

Ein dreingjadreymur

Tárini trillaður niður eftir kjálkunum á Lando Norris, tá hann koma í mál og kundi kalla seg heimsmeistara. 

"Tað kennist óveruligt. Hetta er ein dreingjadreymur, ið gongur út. Hetta hevur verið eitt langt og torført kappingarár við nógvum upptúrum og niðurtúrum. So tað er ein fantastisk kensla," segði hann, áðrenn hann takkaði liðnum, foreldrunum, damuni og øllum, ið hava stuðlað sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202