Álitið millum Grønland og USA skal byggjast uppaftur

Álitið millum Grønland og USA skal byggjast uppaftur
Grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, at Donald Trump hevur skalað 80 ára góða samstarvið millum Grønland og USA
Vivian Motzfeldt, grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, sum her sæst saman við danska uttanríkisráðharranu, hevur
Mynd: Sermitsiaq (savnsmynd)  
 
08.12.2025 - 16:13

- Álitið skal byggjast upp aftur.

Tað sigur grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, á tíðindafundi í dag, um viðurskiftini millum Grønland og USA. 

Amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery, var eisini við á tíðindafundinum.

Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq.

- Í 80 ár hava vit samstarvað við USA. Vit hava tørv á, at álitið verður bygt upp aftur, soleiðis at góða samstarvið kann halda fram, segði Vivian Motzfeldt.

 

Elvt til ótryggleika

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er fleiri ferðir komin við uppskotinum um, at USA eigur at eiga Grønland og hann hevur ikki víst aftur, at tað kann gerast við hernaðarligum valdi.

Tað hevur elvt til ótryggleika, sigur grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum.

- Av teirri orsøk er tað neyðugt, at vit kunnu tosa opið um hesi evni. Eg vil draga fram, at land okkara hevur eitt tætt samstarv við USA og útlitini fyri samstarvi og sambandi í framtíðini eru góð, segði hon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891