Tingfólk hótt: "Loyvt at drepa barnamordarar"

Tingfólk hótt: "Loyvt at drepa barnamordarar"
Neyvari kanningar skulu gerast í málinum um hóttanirnar móti tingfólkum, og meðan tað arbeiðið er í gongd, hevur løgreglan onga viðmerking, sigur vara-politiovastin
Savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2025 - 12:22

- Vit kanna málið, sigur Jógvan Páll Joensen, vara-løgregluovasti, eftir fundin fyrrapartin, har løgreglan viðgjørdi hóttanirnar móti tingfólkum, sum atkvøddu fyri broytingini í fosturtøkulógini.

Fleiri tingfólk hava boðað løgregluni frá, at tey eru hótt gjøgnum sosialar miðlar ella í sms-boðum.

Í boðunum stóð, at viðkomandi var settur á listan við rættvísari fosturtøku. 

Umframt nógv annað, skrivaði maðurin á sosiala miðilinum X seint fríggjakvøldið og leygarnáttina, at hann hevur sett øll tey 17, sum atkvøddu fyri lógini um fosturtøku, á tað, hann kallar ein rættvísan fosturtøkulista.


Jógvan Páll Joensen, varaløgregluovasti, til høgru á myndini saman við Steen Nørskov, løgregluovasta (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Skulu angra alment

Eisini stóð, at um tey alment angraðu, so blivu tey strikað á listanum. 

Men, legði sendarin afturat, tað er loyvt at drepa barnamordarar.

Leygardagin segði løgreglan, at talan er ikki um føroying. Talan er um ein mann, sum býr í Danmark.

Jógvan Páll Joensen, vara-politiovasti, sigur við útvarpið í dag, at neyvari kanningar skulu gerast í málinum, og meðan tað arbeiðið er í gongd, hevur løgreglan onga viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918