Ráðførsla um makrel

Ráðførsla um makrel
Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina um makrel fyrrapartin
Uttanlandsnevndin skal viðgera makrel fyrrapartin.
 
10.12.2025 - 07:01


Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina um makrel fyrrapartin.

ICES mælir til, at makrelkvotan minkar 70 prosent næsta ár.

Strandarlondini eru samd um at lurta eftir ICES.

Men tey eru ikki samd um, hvussu makrelurin skal býtast teirra millum. 

Sambært býtinum í ár fáa Føroyar 20.923 tons næsta ár, sum eru 48.312 tons minni enn í ár. 

Hetta er eftir, at tað, sum vit gjalda fyri atgongd hjá øðrum, er farið burturav.

Møguliga hevur landsstýrismaðurin ásett føroysku kvotuna í 2026, og tað er hana, hann skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina um.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096