- Tað liggur ein kraft í at tora at vera erligur

- Tað liggur ein kraft í at tora at vera erligur
Suni Merkistein hevur fingið M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Hann hevur í áratíggju sagt søgur í útvarpi og sjónvarpi
Suni Merkistein hevur gjørt ørgrynnu av týðandi dokumentarum
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
02.10.2026 - 10:40

– Eg klári ikki so væl glæstrimyndina. Eg haldi ofta, at tað liggur ein ávís kraft í at tora at vera erligur og djarvur.

Hóskvøldið fekk Suni Merkistein virðisløn M.A. Jacobsen fyri annað mentanarligt avrik. Í grundgevingini fyri virðislønina verður millum annað víst á, at Suni Merkistein við sendingum sínum hevur varpað ljós á søguligar, mentanarligar og listarligar varðar í føroyska samfelagnum.

Sjálvur sigur hann, at hann leitar eftir søgum, har okkurt hendir ella broytist, ofta søgum um fólk, sum hava avrikað nakað, havt eina visión ella roynt at fremja okkurt.

Eitt eyðkenni í fleiri av dokumentarunum er, at persónarnir ikki bara verða lýstir frá teirri vøkru síðuni, tí tað vísir okkum menniskju, sum vit eru.

Suni Merkistein er sjálvlærdur. Hann byrjaði longu sum 15 ára gamal í barnaútvarpinum og hevur verið í føstum starvi í Kringvarpinum síðan 1990. Síðani hevur hann arbeitt bæði við ítrótti, útvarpssendingum og einum longum røðum av sjónvarpsdokumentarum.

Málið og frásøguhátturin verða eisini tikin fram í grundgevingini fyri virðislønina. Suni Merkistein sigur, at áhugin fyri føroyskum máli og bókmentum byrjaði tíðliga. Sum ungur las hann nógv føroyskan skaldskap, og seinni vóru millum aðrar Jógvan Arge og Niels Juel Arge fyrimyndir til útvarpsfrásøgn.

Hóast nógv er komið úr hondum, er seinasta søgan langt frá søgd.

– Eg havi ofta gingið við einum ótta fyri, at ein dagur kemur, tá eg ikki havi fleiri søgur at fortelja. Men so gongur ein tíð, og so kemur ein onnur. Eg havi nokk so lætt við at verða hugtikin av onkrum og gerast forvitin og kava niður í tað, sigur Suni Merkistein.

Hoyr alla samrøðuna við Suna Merkistein.

a_2322-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053