Pætur Petersen til Hillerød

Pætur Petersen til Hillerød
Føroyski landsliðsleikarin, Pætur Petersen, skiftir frá B36 til danska føroyingafelagið Hillerød, sum frammanundan hevur Poul Kallsberg í hópinum
Mynd: Hillerød Fodbold  
 
15.12.2025 - 14:23

Danska føroyingafelagið Hellerød Fodbold hevur júst kunngjørt, at føroyski landsliðsleikarin Pætur Petersen er nýggjur leikari í felagnum. 

27 ára gamli Pætur Petersen hevur seinasta mánaðin vant við Hillerød, og tað hevur havt við sær, at partarnir eru vorðnir samdir um ein sáttmála. 

Hillerød hevur hevt seg við, at Pætur Petersen eru drúgvar royndir í bestu føroysku deildini og evropiskum fótbólti, og at hann hevur spælt 222 dystir, skotið 47 mál og lagt upp til 14 onnur fyri fleiri føroysk feløg. 

Pætur Petersen hevur somuleiðis spælt 11 A-landsdystir og skotið tvey mál fyri landsliðið. 

 

Royndarvant seg til sáttmála

Venjari hjá Hillerød er fyrrverandi FCK-miðvallarin Christian Lønstrup, sum eisini eitt skifti var yrkisleikari í italska Cagliari. Við heimasíðuna hjá Hillerød Fodbold sigur Christian Lønstrup, at hann gleðir seg at fáa kvika føroyingin til felagið. 

"Pætur hevur vant við okkum seinasta mánaðin og leikt ein venjingardyst móti Hvidovre IF, og har fekk hann víst, hvør dugur er í honum. Tað er tí, at vit hava valt at skriva sáttmála við hann, og vit vóna, at hann kann koma inn á liðið og styrkja álopið, nú vit hava mist Monday (Etim) og Adrian (Justinussen)."

Pætur Petersen gleðir seg eisini til at tørna út fyri Hillerød, ið longu hevur tikið sera væl ímóti honum.  

"Málið er greitt: Eg ætli mær at vera við at dystast millum bestu liðini í deildini. Her er eitt venjaratoymi, sum trýr fult og heilt upp á menning og at gera meg og restina av leikarahópinum betri. Fyri meg snýr tað seg um at møta til venjing hvønn dag og gera mítt besta, og eg havi stórt álit á egnan mátt og meg, so eg kann vísa, hvør dugur er í mær."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097