Nú má borast til Tjørnuvíkar

Nú má borast til Tjørnuvíkar
Arbeiðið at gera Tjørnuvíkartunnilin má byrja beinanvegin, sigur løgtingsmaðurin Henrik Old, sum er farin at ótolnast
Henrik Old, løgtingsmaður, er farin at ótolnast. Nú má arbeiðið at gera Tjørnuvíkartunnilin byrja, sigur hann.
 
20.12.2025 - 12:57

Løgtingsmaðurin Henrik Old óttast at tunnilin til Tjørnuvíkar dettur niður í millum aðrar tunnilsverkætlanir, sum nú hava stungið seg upp.

Henrik Old hevur fyrstu atløgu, í grein-52 fyrispurningi, spurt Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hvar boriútgerðin til Tjørnuvíkartunnilin er blivin av.

Løgtingsmaðurin vísir á, at samgongan hevur verið samd um, at so skjótt toymið hjá Landsverki var liðugt at bora Dalstunnilin, skuldi útgerðin flytast norðureftir, so farast kundi undir at bora til Tjørnuvíkar uttan drál. Seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið av fyri júst tveimum árum síðani, og arbeiðsfólkið í boritoyminum var liðugt við tunnilsarbeiðið fyrr í ár.

-Men enn er eingin útgerð at síggja, hvørki í Tjørnuvík ella í Haldórsvík, sigur Henrik Old.

Í fíggjarlógini, sum varð samtykt hóskvøldið, stendur at verkætlanin er liðugt prosjekterað, og neyðug loyvi eru fingin frá friðingarmyndugleikunum. Fimm milliónir krónur er settar av til Tjørnuvíkartunnilin næsta ár. Men í fíggjarlógini stendur eisini, at "politisk støða má takast til verkætlanina." Ta orðingina skilir Henrik Old als ikki. 

Í løglistanum til Ólavsøkurøðuna í ár stendur, at "um neyðug játtan fæst til vega, verður uppskot til løgtingslóg um nýggja farleið til Tjørnuvíkar løgd fyri løgtingið í heyst." Einki lógaruppskot um tunnil til Tjørnuvíkar er enn lagt fyri løgtingið.

Sambært Landsverki kostaði Dalstunnilin umleið 180 milliónir krónur at gera. Tjørnuvíkartunnilin verður nakað dýrari, metir Landsverk. Dalstunnilin er 2,2 kilometrar langur, Tjørnuvíkartunnilin verður umleið 2,3 kilometrar langur.

Henrik_og_Tjornuvikartunnilin

 


Borgarafundur í Tjørnuvík, tá ætlanin at gera tunnil til bygdina varð løgd fram.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523