ÍSF kundi ikki taka ímóti pengunum

ÍSF kundi ikki taka ímóti pengunum
- Vit kunnu vit ikki gera annað enn at siga nei takk til hesa stórfingnu gávuna. Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen um ætlaða danska stuðulin til Oyggjaleikirnar.
 
21.12.2025 - 14:33

Tað er hugaligt at vita, at onnur hugsa um tað arbeiði, sum ÍSF ger, men tá oyggjaleikirnir 2027 eru fult fíggjaðir, og pengarnir frá donsku stjórnini eru oyramerktir til leikirnar, so kunnu vit ikki gera annað enn at siga nei takk til hesa stórfingnu gávuna.

Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, nú felagsskapurin í vikuni eftir viðgerð valdi at siga pent nei takk til ein gávukekk frá donsku stjórnini upp á tvær og eina hálva millión krónur.

- Vit hava havt ótrúliga gott samstarv við føroyskar myndugleikar, bæði við Landsstýrið, Løgtingið og kommunurnar, sum hava stuðlað og hjálpt alt tað, vit hava biðið um, og vit hava sterkt vinnulív, sum hevur traðkað í karakter, og hava tryggjað leikirnar, so teir eru, sum vit ynskja, at teir skulu vera, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Er tað rætt at taka ímóti pengum, tá vit hava fíggingina?

Tá reglurnar eru sum tær eru, so hevði tað verið eitt sindur óseriøst av ÍSF, heldur forsetin, at tikið ímóti pengunum og brúkt teir til okkurt annað, hóast ÍSF saktans kundi funnið okkurt at brúkt tvær og eina hálva millión krónur til. Tí vanliga játtanin til ÍSF er ikki nóg stór.

Niðanfyri kanst tú hoyra, hvat Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, hevur sagt við Kringvarpið um ætlaða stuðulin frá danska mentamálaráðnum, men sum ÍSF segði nei takk til.

1784307

 

1784309

 

1784312
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391