Floksformaðurin: Hetta er ein góð jólagáva

Floksformaðurin: Hetta er ein góð jólagáva
Meira enn triðjahvør atkvøða fer til Fólkaflokkin, sum tvífaldar tingmanningina, vísir nýggj veljarakanning
Beinir Johannesen, floksformaður, ger eitt rættiligt hál í nýggjastu veljarakanningini. Fólkaflokkurin tvífaldar tingmannatalið, úr seks upp í 12.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.12.2025 - 13:47

Meira enn triðjahvør atkvøða fer til Fólkaflokkin, og flokkurin fær aðruhvørja atkvøðu uttan fyri Havnina.

Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

- Hetta er ein góð jólagáva. Tað ljóðar mest sum ótrúligt, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen: 

 

22122025_Beinir_um_veljarakanning

 

Kanningin var gjørd 19. desember, 499 fólk hava svarað, og óvissan í kanningini um 3,5 prosent. 

 

Beinta Løwe. 

 

Torført at sleppa uttan um Fólkaflokkin

- Tað verður torført at sleppa uttan um Fólkaflokkin í eini samgongu eftir løgtingsvalið, tí hinir flokkarnir eru so ymiskir. Nú byrjar valstríðið av álvara, og tað kann elva til innanhýsis ósemjur í flokkunum, sigur Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, sum var gestur hjá Elini Winther Poulsen í útvarpsstovuni:

 

22122025_Beinta


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558