Føroyingar fyri stórum vanbýti

Føroyingar fyri stórum vanbýti
Tá ræður um íslendsku sildina, eru føroyingar fyri stórum vanbýti, segði Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum
Føroyingar og íslendingar eru alt annað enn samdir um sildina í íslendskum sjógvi.dkum
 
29.12.2025 - 09:19

Tá ræður um íslendsku sildina, eru føroyingar fyri stórum vanbýti, segði Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, í ársfrágreiðing sínari á aðalfundi felagsins leygardagin. 

Tí hóast vit sleppa at fiska alla kvotuna óskerda í íslendskum sjógvi, so skal fiskiskapurin vera uttan fyri eina linju, sum útihýsir føroysku skipunum frá at fiska har, sum sildin er ein stóran part av tíðini, meðan hon er í íslendskum sjógvi. 

Men íslendsku skipini sleppa at fiska teirra kvotu í føroyskum sjógvi, har tey hava hug til.

- Har er ikki javnvág í avtaluni millum londini, staðfestir Annfinnur Garðalíð.

Eisini segði formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, at flestu manningarnar á uppsjóvarskipunum høvdu sera ilt við at skilja sildaavtaluna, sum Føroyar gjørdu við Noreg í ár.

- Vit lata helvtina av kvotuni afturfyri at sleppa at fiska alla sildakvotuna í norskum sjógvi. 

Og tað, hóast sildin er minni og er minni verd í norskum sjógvi samanborið við sildina í íslendskum sjógvi. 

Langt at sigla 

Harafturat er sildin rættiliga norðalaga, tá hon er í norskum sjógvi, so teinurin at sigla er langur.

Útlitini yvirhøvur fyri uppsjóvarskipini eru fløkt, segði Annfinnur Garðalíð.

Makrelprísurin hevur verið stak góður, tí kvoturnar eru minni.

- Men nú minka tær so nógv, at møgulig príshækking verri enn so fer at kunna viga upp ímóti tí, segði Annfinnur Garðalíð.

Londini, sum eru við í makrelsemjuni, hava minkað sínar kvotur - Tað noyðast londini, sum ikki við í semjuni, ikki at gera.

- Tí hjálpa vit hesum londunum at fiska sær rættindi, og tað kann tykjast ivasamt, um tað er rætt, segði Annfinnur Garðalíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227