Barnafrádrátturin størri í miðal

Barnafrádrátturin størri í miðal
Barnafrádrátturin er størri í 12 kommunum í ár enn hann var í fjør, sæst í yvirliti hjá TAKS
Fugloy hevur størsta barnafrádráttin.
 
02.01.2026 - 06:09

Barnafrádrátturin er størri í 12 kommunum í ár enn hann var í fjør, sæst í yvirliti hjá TAKS.

Størsti barnafrádrátturin er í Fugloy. Har er hann 12.000 kr., og tað var hann eisini í fjør.

Minsti barnafrádráttur er 5.100 kr. Hann er í Kvívíkar kommunu.

Barnafrádrátturin í teimum 29 kommununum er í miðal 8.665 kr.

Hann er 194 krónur størri enn í fjør.

Størsta hækkingin er í Tvøroyrar kommunu. 

Har er barnafrádrátturin farin úr 8.000 krónum upp í 10.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155