Kamaradvokaturin verður tikin av

Kamaradvokaturin verður tikin av
Ein statsadvokatur kemur í staðin fyri kamaradvokatin, og advokattænastur fyri 200 milliónir skulu bjóðast út
Advokatvirkið Poul Schmith hevur verið kamaradvokatur síðani 1936. Skipanin fer í søguna um tvey ár.
Mynd: Ritzau Sacnpix/DR  
 
06.01.2026 - 10:04

Advokatvirkið Poul Schmith verður frá 2028 ikki longur kamaradvokatur í Danmark, tað vil siga advokatur hjá statinum.

Danska stjórnin hevur gjørt av stutt og greitt at strika kamaradvokatin.  

Poul Schmidt hevur verið kamaradvokatur siðani 1936.

Virkið hevur einarætt til at veita statinum sakførarahjálp.

Kamaradvokaturin virkar eisini fyri landsstýrini í Føroyum og Grønlandi.

Í 2024 sendi Kamaradvokaturin rokning til danska statin, sum var 650 milliónir krónur, skrivar TV2.

 

Tænastur bjóðast út

Ein statsadvokatur kemur í staðin fyri kamaradvokatin.

Og advokattænastur fyri 200 milliónir krónur skulu bjóðast út, skrivar TV2.

Poul Schmith hevur gjørt rammuavtalu við grønlendska landsstýrið, og virkið letur upp skrivstovu í Nuuk.

Poul Schmith hevur í nógv ár hjálpt landsstýrinum. 

Í Grønlandi fer Poul Schmith fyrst og fremst at arbeiða fyri stovnarnar hjá landsstýrinum, grunnar og feløg.

Men advokatvirkið kann eisini átaka sær uppgávur fyri kommunurnar og danska statin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672