Samráðast enn um lønarkarm

Samráðast enn um lønarkarm
Tey 14 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsgevararnir hava fund aftur seinnapartin í vikuni
Almennu fakfeløgini og arbeiðsgevararnir hava samráðst um lønarkarm síðani 9. oktober.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2026 - 09:19

Samráðingar vera hósdagin millum 14 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Samráðingar eru ikki byrjaðar enn við hvørt einstakt fakfelag, heldur ikki við tey, sum ikki eru millum tey 14, sum enn samráðast um lønarkarmin.

Ein serfrøðingabólkur gjørdi grundarlagið undir samráðingunum um lønarkarmin.

Tær samráðingarnar, sum byrjaðu 9.oktober í fjør, eru ikki lidnar enn. 

Sjey fólk frá hvørjum parti, frá arbeiðsgevarunum og frá teimum 14 fakfeløgunum, vera við á fundinum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542