Fíggjarmálaráðið hevur kært til landsrættin

Fíggjarmálaráðið hevur kært til landsrættin
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at bæði ákæruvaldið og løgmálaráðið hava mett, at sannlíkindi eru fyri, at valsvik er framt í Runavíkar kommunu
Ruth Vang er nú eisini landsstýriskvinna í kommunumálum.
 
13.01.2026 - 08:05

Málið um umvalið í Runavíkar kommunu verður nú kært til landsrættin. 

Tað segði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við Dag og viku í gjárkvøldið. 

Fríggjadagin avgjørdi Føroya Rættur, at einki umval skuldi vera í Runavíkar kommunu, fyrr enn avgerð er tikin um, hvørt valsvik er framt ella ikki. 

Ta avgerðina hevur landsstýrið nú avgjørt at kæra til landsrættin. 

Ruth Vang vísti í Degi og viku á, at bæði ákæruvaldið og løgmálaráðið hava mett, at tað eru sannlíkindi fyri, at valsvik er framt.

Sí samrøðu við Ruth Vang her:

 

260112_DV_RUTH


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751