- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mykinesryssan bleiv førd av oynni við báti fyri at bjarga føroyska rossinum

Rossið á myndini, sum verður ført umborð á gomlu Súluna, er Mykinesryssan. Hon er ein av trimum ryssunum, sum eru ættmøður til øll føroysk ross í dag.
Tað er sosatt á rillandi grund, at tilverugrundarliga hjá føroyska rossinum stóð hesa løtuna.
Tað ger Felagið føroysk ross vart við á sínum facebook-vanga.
"Um henda váðamikla bátsferðin ikki hevði eydnast, kundu tað verið, at eingi føroysk ross vóru til í dag," skrivar Felagið føroysk ross í uppslagnum.
Ryssan flutt til greðingin
Júst nær myndin er tikið, stendur ikki í Facebook-uppslagnum hjá Felagnum føroysk ross.
Felagið upplýsir tó, at støðan var tann, at Mykinesryssan var einasta føroyska rossið eftir í oynni, meðan greðingurin Jaspur, ið var einasti føroyski greðingurin, var á meginlandinum.
Mykinesryssan mátti tískil flytast til hansara, so hon kundi taka lut í aliprogramminum fyri at bjarga Føroyska rossa stovninum.
Tá vóru bara fýra føroysk ross eftir: Ein greðingur og tríggjar ryssur.
Regin smiður fekk 16 avkom
Felagið føroysk ross skrivar, at Mykinesryssan fekk trý avkom við Jaspuri - tvær ryssur, ið seinni fingu fyl, og ein greðing, Regin smiður, sum fekk einki minni enn 16 avkom.
"Ímyndað tær at royna at sannføra eitt ross um at stíga umborð á ein lítlan, vaggandi bát. At flyta eitt so stórt djór á hendan hátt var eitt stórt sats, men tað var neyðugt."





















