Helgi Hoydal: Undirbuksur, hosur og hondbóltsskógvar mugu við

Helgi Hoydal: Undirbuksur, hosur og hondbóltsskógvar mugu við
Í morginári setur manslandsliðið í hondbólti kós móti Oslo, og spyrt tú Helga Hoydal, so eru undirbuksur, hosur og hondbóltsskógvar tað mest umráðandi at minnast at hava við
Símun Waag
13.01.2026 - 21:44

Helgi Hildarson Hoydal er bara ein av teimum leikarum á manslandsliðnum í hondbólti, ið spælir í heimligu kappingini. 

Helgi dylir ikki fyri, at tað merkist, tá hann spælir landsdystir, at hann ikki spælir á einum hægri støði uttanlands longur. 

Eitt sjónvarpslið var í hølunum á Helga í sambandi við seinna venjingardystin móti Italia sunnukvøldið, sum Føroyar vunnu 38-34. Hálvleiksstøðan var 18-17 til Føroyar. 

Helgi Hildarson Hoydal heldur, at dystirnir móti Italia vóru umráðandi undan fráferðini til Oslo, tí Italia spælir upp á nógvar mátar á sama hátt sum Sveis, sum Føroyar møta í fyrsta EM-dystinum fríggjakvøldið. 

Viðvíkjandi at pakka til ferðina, so eru undirbuksur, hosur og hondbóltsskógvar tað mest umráðandi at hava við. 

"Oslo er ein stórbýur, sum okkurt manglar, so kann tað altíð keypast," staðfestir Helgi Hildarston Hoydal brosandi. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025