Tjóðbankaleiðarar stuðla Jerome Powell

Tjóðbankaleiðarar stuðla Jerome Powell
Stjórar og formenn í 11 miðbankum kring um í heiminum, boða í dag í yvirlýsing alment frá, at teir stuðla Jerome Powell, formanni í amerikanska miðbankanum.
Jerome Powell, formaður fyri tjóðbankan í USA, Federal Reserve System, er undir øgiligum trýsti frá stjórnini, tí hann ikki vil lækka rentuna so nógv, sum forsetin vil hava hann at gera
Mynd: Mynd: Ritsau/Scanpix  
 
13.01.2026 - 18:16

Løgmálaráðið hevur annars hótt formannin í amerikanska tjóðbankanum við revsirættarligum sakarmáli fyri eina frágreiðing, sum hann hevur latið kongressini í samband við eina hoyring í fjør summar.

Í brævinum siga leiðararnir í miðbankunum kring heimin, at teir veita amerikanska tjóðbankanum og Jerome Powell, formanni bankans, sín fulla stuðul.

- Óheftni hjá miðbankunum er ein hornasteinur, tá tað snýr seg um prísstabilitet, og fíggjarligan og búskaparligan stabilitet, til frama fyri áhugamálunum hjá teimum borgarum, sum vit arbeiða fyri. Tað er tí altavgerandi at varðveita hetta óheftni við fullari virðing fyri rættartrygdini og demokratiskari ábyrgd, stendur at lesa í yvirlýsingini.  

Lagt verður afturat, at sum formaður hevur Jerome Powell útint sítt starv við integriteti, hann hevur havt greitt fokus á sínar heimildir og sínar skyldur sum eru áhugamálini hjá almenninginum.

- Fyri okkum er hann ein virdur starvsfelagi, sum er sera høgt í metum hjá øllum, sum hava arbeitt saman við honum, stendur í yvirlýsingini, sum undirskrivað av miðbankaleiðarunum í ES, Bretlandi, Svøríki, Danmark, Sveits, Avstraliga, Kanada, Korea, Brasil, Fraklandi og Spania.

Í gjár fekk Jerome Powell eisini fullan stuðul frá teimum trimum undanfólkunum í formanssessinum, sum enn eru á lívi. Tey eru Alan Greenspan, sum sat frá 1987 til 2006, Ben Bernanke, sum sat frá 2006 til 2014 og Janet Yellen, sum sat frá 2014 til 2018, tá Jerome Powell tók við. 

Eisini hava fleiri búskaparligir ráðgevar og ráðharrar, fyri bæði republikanskar og demokratiskar forsetar, skrivað undir ta yvirlýsingina, sum millum annað sigur, at revsirættarliga kanningin móti formanninum í tjóðbankanum er ein higartil ósædd roynd at brúka álopið hjá ákærumyndugleikanum til at undirgrava óhetnið hjá tjóðbankanum.

- Tað hoyrir ikki heima í USA, har prinsippini um rættartrygd, sum eru grundarlag undir okkara búskaparligu framgongd, eru okkara størsta styrki, stendur at lesa í amerikonsku yvirlýsingini.

Tað var sunnudagin, at Pam Bondi, løgmálaráðharri og samveldisákæri í USA, stevndi formanninum í tjóðbankanum fyri eina sokallaða "Grand jury", sum er ein kanningarnevnd, sum skal gera av, um ákæra kann reisast ímóti Jerome Powell fyri frágreiðingina, sum hann gav í Kongressini í fjør summar í samband við eina hoyring um um- og útbyggingina av bygningunum hjá tjóðbankanum, sum nú er komin uppá 2,5 milliardir dollarar, ella góðar 16 milliardir krónur.

Stevningin er fyribils hæddarpunktið á stríðnum við Donald Trump, forseta, sum ongantíð hevur dult fyri, hvussu misnøgdur hann er við formannin í miðbankanum. Sum formaður í tjóðbankanum hevur Jerome Powell ikki lækkað renturnar líka nógv sum forsetin hevur vilja havt, og Donald Trump hevur fleiri ferðir givið til kennar, at hann vil hava Jerome Powell úr starvinum. 

Á sumri í fjør vistu amerikanskir miðlar at siga frá, at uppsagnarbrævið til Jerome Powell var skrivað, men at fyrilitið til heimsbúskapin var høvuðsorsøkin til, at uppsøgnin ikki var handað og nýggjur formaður valdur fyri tjóðbankan. 

Tað er fyri at sleppa undan, at forsetin skal hava beinleiðis ávirkan á avgerðir bankans, at amerikanski tjóðbankin - og harvið búskapurin - ikki liggur undir Hvítu húsini.

Amerikanski búskapurin er nevniliga so stórur, at sjálvt tær smæstu broytingarnar í USA merkjast kring allan heimin. Men tað er eisini tí, at dollarnir er eitt heimsumfatandi gjaldoyra og ein øgiliga stórur partur av fíggjarliga virkseminum kring um í heiminum hevur útgangsstøði í amerikonsku rentuni.

Sagt stutt skal ein íløga hava størri avkast enn amerikanska statsrentan fyri at íleggjarar skulu tíma at brúka pengar uppá hana. Samstundis er amerikanska rentan stýrandi fyri, hvussu amerikanski búskapurin hevur tað og har snýr tað seg serliga um inflatiónina, og harvið ferðina á búskapinum. Er búskapurin ov heitur hækkar tjóðbankin rentuna, so tað verður dýrari at læna pengar. Tað lækkar eftirspurningin og so eigur - í øllum førum á pappírinum - inflatiónin at minka. Skal meira ferð setast á búskapin verður rentan lækka fyri at fáa eftirspurningin at hækka.

Jerome Powell varð settur sum formaður fyri Federal Reserve System, sum amerikanski tjóðbankin eitur, í 2018 og var fyrru ferð tilnevndur av Donald Trump, tá hann sat fyrsta skeiðið og hann var afturvaldur av Joe Biden í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852

Meira um sama evni