Olvheðin í norskari sangkapping

Olvheðin í norskari sangkapping
Fríggjakvøldið royndi Olvheðin Jacobsen seg í norsku útgávuni av kendu undirhaldssendingini The Voice
 
14.01.2026 - 11:10

- Mær dámar betur The Voice enn X-Factor, tí har er størri fokus á sjálvan sangin og ikki so nógv alt hitt.

Soleiðis sigur Olvheðin Jacobsen. Fríggjakvøldið var hann at síggja á TV2 í Norra, tá vælumtókta sendingin, The Voice, bleiv víst.

Fyri nøkrum árum síðani var Olvheðin Jacobsen við í donsku undirhaldssendingini, X-Factor, og nú gjørdi hann enn eina roynd at gera vart við seg sum sangari og samstarva við dugnaligar tónleikarar.

Tað bar tó ikki á mál, tí eingin av teimum fýra dómarunum í kappingini valdi Olvheðin Jacobsen, sum sang sína útgávu av sanginum "What a wonderful world".

Men tað var rættiliga tilvildarligt, at Olvheðin yvirhøvur kom við í sendingina.

- Eg sang kór í semifinaluni í The Voice í fjør, og so vóru tað fleiri, sum spurdu, um eg ikki kundi stilla upp í kappingini hesaferð, men tað helt eg ikki. Men so var tað eitt av starvsfólkunum frá The Voice, sum setti seg í samband við meg, og eg fekk ein tíma at taka avgerð. Eg hugsaði "hví ikki", og eg havi einki at missa. Eisini er tað góð eksponering, tí The Voice í Norra er líka stórt sum X-Factor í Danmark, fortelur Olvheðin Jacobsen, sum seinasta hálvtannað árið hevur búð í Norra saman við unnustanum.

Í morgunsendingini greiðir Olvheðin Jacobsen frá luttøkuni í The Voice í Norra.

1787767


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756