Eg eri ikki bangin fyri leyvunum

Eg eri ikki bangin fyri leyvunum
– Her eru lutfalsliga alt ov nógv fólk, sum eru illa fyri í Føroyum. Og eg haldi, tað er umráðandi, at vit tora at tosa opið um tílíkt, sigur tónleikarin Róin Siggertsson
Í kvøld sendir Kringvarpið heimildarfilmin “RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda” í sjónvarpinum
 
15.01.2026 - 13:16

Í hesum persónliga heimildarfilminum fylgja vit tónleikaranum Róini í tilgongdini at flyta heim aftur til Føroya eftir næstan trý áratíggju í Danmark. Á ærligan hátt greiðir hann frá sínum persónligu avbjóðingum við eitt nú mistrivnaði og trupulleikum við ovurnýtslu. 

Eg veit væl, at eg risikeri at blíva kastaður fyri leyvunum. Í Føroyum skal jú øgiliga lítið til, fyri at fólk gera sær allar møguligar fordómar um ein, sigur Róin. 

 

Mynd: Karin Rørbech / Nordatlantiske Filmdage 

 

Í filminum kemur fram, at Róin stríðist við at finna fótafestið í heimbygdini. Tað er ikki lætt at flyta heim aftur og tosa erligt um ovurnýtslu av bæði øli og reseptheilivági. Eisini verður hugleitt um, hvørt loysnin er at flyta aftur til Danmarkar, men so hendir tað óvæntaða, at hann skal vera pápi, og hetta setur hann á eitt vegamót. 

Um eg var í 20’unum, hevði eg neyvan gingið við til at verið so erligur á filmi. Men eg eri ikki nakar unglingi meir. Nú er upp á tíðina at kalla ein spaka fyri ein spaka. Eg eri ikki bangin fyri leyvunum, leggur hann aftrat. 

Róin vónar og væntar, at hyggjarin fær okkurt burtur úr filminum, tí hann veit, at nógv onnur eisini stríðast við líknandi trupulleikar og eru í somu støðu sum hann.  

- Her eru lutfalsliga alt ov nógv fólk, sum eru illa fyri í Føroyum. Fólk, sum eru á skeivu síðuni av samfelagnum. Og eg haldi, tað er umráðandi, at vit tora at tosa opið um tílíkt. Kanska tað eisini kann vera við til at niðurbróta nakrar fordómar, sigur hann. 

Róin Siggertsson hevur sungið og spælt meginpartin av tónleikinum til heimildarfilmin undir listanavninum ‘roWan’. 

 

RÓIN – Spælimaðurin við heimsins enda” verður vístur í sjónvarpinum beint eftir Dag og viku í kvøld, men kann longu nú síggjast á KVF Sjón.

Tað er Pætur H. Evensson, sum hevur leikstjórnað, og hann hevur fylgt Róini síðani 2021. Gorm Just hevur klipt, og Ólavur Jákupsson hevur ljóðblandað. Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jóni Hammer sum framleiðara. Tað, ið serliga eykennir hendan heimildarfilmin, er, at meginparturin av tónleikinum er Róins. 

Sí brellbita frá filminum niðanfyri:

roin_reyp_some

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167