FSF letur stuðul til fótbóltshallir

FSF letur stuðul til fótbóltshallir
Kommununar kring landið hava nú møguleikan at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum, boðar Fótbóltssambandið frá í tíðindaskrivi
Jóannes Kalsø Danielsen í dysti móti Kroatia á Tórsvølli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF  
 
16.01.2026 - 11:12

Tað er nú møguligt at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum. Hvør verkætlan kann søkja um í mesta lagi 15-20 prosent av samlaða kostnaðinum. Í serstøkum førum kann hægri stuðul tó latast, boðar Fótbóltssambandið frá.

- Átakið er liður í arbeiðinum at menna og betra um karmarnar fyri fótbóltin kring landið, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri føroyingar at spæla fótbólt – alt árið, alt lívið. Stuðul verður latin til bæði fótbóltshallir í fullari stødd og til smærri fótbóltshallir – sokallaðar 9’ara og 7’ara hallir, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska.

Kommunur, ið hava áhuga at byggja fótbóltshøll, skulu boða FSF frá innan 2. mars 2026. Tær fráboðanir, sum Fótbóltssamband Føroya móttekur verða síðani eftirhugdar í samband við støðutakan av, hvussu stóran stuðul FSF samanlagt kann veita.

- FSF hevur møguleika at søkja um í alt 19 milliónir krónur úr FIFA Forward 3.0 skipanini, og stuðulin til kommunurnar verður í fyrstu atløgu latin til verkætlanir, sum verða framdar í 2026 og í 2027, skrivar Fótbóltssambandið.

Tað hevur í fleiri førum verið tosað um at fáa fótbóltshallir í Føroyum. Higartil er tað bara Marghøllin í Vági, sum ikki er fullan vøll. Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um fótbóltshallir í Føroyum. Víst verður millum annað til Íslands, har tað eru fleiri fótbóltshallir í fullari stødd. Eitt nú hava Føroyar spælt góðkendar venjingarlandsdystir móti Íslandi í fótbóltshallum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424