- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmælistiltakið í Nuuk: Ongin ivi um at eg skuldi vera við
Mótmælistiltakið í Nuuk: Ongin ivi um at eg skuldi vera við
Sóllind Sondum Olsen mótmælti í gjár ætlanunum hjá Trump

18.01.2026 - 18:25
Grønlendingar eiga Grønland, og hóast vit ikki altíð eru samd um alt, so vóru vit øll samd í gjár!
Tað sigur føroyska Sóllind á Sondum Olsen, sum tók lut í mótmælistiltakinum, sum var í Nuuk í gjár.
Fleiri túsind fólk vóru á gøtunum, og mótmæltu ætlanini hjá Donald Trump um at yvirtaka Grønland.
Sóllind á Sondum Olsen hevur búð í Nuuk í seks ár og var við í mótmælisgonguni í gjár.
Brotið við ljóðum frá mótmælisgonguni høvdu vit frá AP.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















