Senatorur: Ikki gott hugskot hjá USA at taka Grønland

Senatorur: Ikki gott hugskot hjá USA at taka Grønland
11 amerikanskir kongresslimir vitja Danmark í dag, og teir hava hitt bæði danskar og grønlendskar politikarar
Frá tíðindafundinum á Christiansborg seinnapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.01.2026 - 15:45

Meirilutin av amerikanarum heldur ikki, at tað er eitt gott hugskot, at USA skal taka Grønland

Tað segði Lisa Murkowski, amerikanskur senatorur, á tíðindafundi á Christiansborg fyri løtu síðani.

Amerikanskir kongresslimir, bæði úr senatinum og umboðsmannatinginum, vitja í dag fólkatingið. 

Kongresslimirnir hava hitt bæði danskar og grønlendskar politikarar, og fundur hevur eisini verið við uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum, har bæði grønlendskir og føroysklir fólkatingslimir eisini hava sæti.

Lisa Murkowski, senatorur, segði á tíðindafundinum eftir fundin í uttanríkispolitisku nevndini, at 75 prosent av amerikanarum halda ikki, at tað er eitt gott hugskot, at USA tekur Grønland.

- Grønland skal síggjast sum ein sameindur, ikki sum ein ogn, segði hon.

Lisa Murkowski var spurd, hvat kongressin kann gera til tess at steðga ætlanini hjá Trump, forseta, at taka Grønland.

 

Lisa Murkowski. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

- Tað er týdningarmikið hjá kongsríkinum at skilja, at vit hava tríggjar sjálvstøðugar greinar í USA. Forsetin er ein grein, men kongressin hevur eisini ein leiklut, m.a. tá ið ræður um at brúka pening, segði Murkowski.

Kristianna Klein, journalistur í Kringvarpinum, var eisini á tíðindafundinum á Christiansborg:

 

16012026_Kristianna

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115