Hoyring um nýtt sambýli í Miðvági

Hoyring um nýtt sambýli í Miðvági
Sambýlið í Birtulíð í Miðvági er til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum, umframt til fólk við menningartarni og samansettum avbjóðingum harímillum autismu
 
25.01.2026 - 11:34

Sambýlið í Birtulíð er til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum, umframt til fólk við menningartarni og samansettum avbjóðingum harímillum autismu. Meginparturin av teimum, sum fara at búgva í sambýlinum, hava tørv á støðugum stuðuli og umsorgan alt samdøgrið.

Í sambandi við fyrireikingar at byggja nýtt sambýli í Miðvági var ein ogn keypt, ið inngongur í verkætlanina. Ognin er á Leitisvegi 70, og fevnir um eina íbúðarlon við sjey íbúðum, sum vóru bygdar í 1987 og umvældar í 2022, ein verkstaðsbygning frá 1940, og ein millumbygning frá 1940. 

Bygningarnir eru kannaðir, og avgjørt er, at smærri umvælingar skulu gerast á  íbúðarlonina, meðan verkstaðsbygningurin skal heildarumvælast og millumbygningurin takast niður. Í sambandi við fyrireikingarnar er ein lendis- og skipanætlan gjørd fyri økið, har sambýlið verður. Uttanumøkið skal gerast innbjóðandi og knýtast saman við annað byggistig, sum snýr seg um at byggja ein nýbygning á einum grannamatrikli, sum verður boðin út seinni, stendur í viðmerkingum til lógaruppskotið

Hoyringarfreistin er 30. januar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744