Bygningurin í Steinatúni skal høvuðsumvælast fyri 50 milliónir

Bygningurin í Steinatúni skal høvuðsumvælast fyri 50 milliónir
Projekteringin verður fyrireikað nú, og eftir ætlan byrjar arbeiðið næsta ár
Umvælingin av gamla bankabygninginum í Steinatúni fer væntandi at kosta einar 50 milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2026 - 09:05

Tórshavnar kommuna fyrireikar nú projekteringina av bygninginum í Steinatúni, sum hevur verið brúktur sum skrivstovuhøli hjá kommununi. Tað er gamla høvuðssætið hjá Føroya Banka.

 


Jóan Petur Hentze, kommunustjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í heyst vóru øll starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu, sum hildu til í bygninginum í Steinatúni, flutt í onnur høli í býnum, tí bygningurin er í ringum standi og skal høvuðsumvælast.

Projekteringin verður eftir ætlan liðug næsta ár, tá arbeiðið við umvælingini væntandi kann byrja, sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu:

 

28012026_Joan_Petur_1

 

Mett hevur verið, at høvuðsumvælingin fer at kosta okkurt um 50 milliónir krónur. Tann metingin stendur við:

 

28012026_Joan_Petur_2

 

Nú fer kommunan so at meta um, hvat bygningurin skal brúkast til, tá ið hann er liðugt umvældur:

 

28012026_Joan_Petur_3

 

Tórshavnar kommuna keypti bygningin í Steinatúni og tveir aðrar bygningar í grannalagnum frá Føroya Banka í 2013 fyri 52 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Nýtt ljóð 30. apríl 2026
207789
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687