Leita eftir fyritøkum at gera eykalutir til Tjaldrið

Leita eftir fyritøkum at gera eykalutir til Tjaldrið
Tað er greitt, at eykalutirnir til Tjaldrið ikki fáast til keyps, men mugu gerast serstakt til skipið
Tjaldrið, sum hevur maskinbrek, má fáa eykalutir, sum eru gjørdir serstakt til skipið.
 
27.08.2026 - 16:00

Vørn er nú farið at spyrja seg fyri hjá fyritøkum í grannalondunum, sum hava førleikar at framleiða eykalutir til gamlar skipsmotorar. 

Tað er greitt, at eykalutirnir til Tjaldrið ikki fáast til keyps, men mugu gerast serstakt til skipið.

- Tað kann gerast eitt drúgt arbeiði, men enn hava vit onga tíðarætlan, sigur Jóhan Simonsen, virkandi stjóri á Vørn.

Hann vísir á, at fyrst mugu tey finna eina fyritøku, ið kanngera eykalutirnar rímiliga skjótt. 

Jóhan Simonsen veit tí heldur ikki, hvat tað fer at kosta at umvæla maskinbrekið á Tjaldrinum.

Vørn hevur einki skip tøkt, fyrr enn Brimil kann setast aftur í rakstur, hálvan oktober.

 


Jóhan Simonsen. 

 

Vísir til politisku skipanina

Spurdur, um tað kann koma uppá tal at leiga eitt skip at røkja vaktar- og bjargingartænastuna hetta tíðarskeiðið, vísir Jóhan Simonsen til politisku skipanina, sum eigur ta avgerðina. 

Danska verjuskipið "Lauge Koch" er við Føroyar í løtuni.

Stjórin á Vørn veit ikki, hvussu leingi tað verður her. Hann hevur onga avtalu við Arktisk Kommando og heldur einki lyfti um, at "Lauge Koch" verður verandi her, til Brimil er klárur aftur.

- Slíkar avtalur má landssstýrið gera við danir, sigur Jóhan Simonsen. 

Kringvarpið hevur síðstu dagarnar spurt Arktisk Kommando, hvussu leingi "Lauge Koch" kann væntast at vera verandi í føroyskum sjóøki, og um skipið kann røkja tær uppgávur, sum Brimil og Tjaldrið vanliga røkja. Arktisk Kommando hevur ikki svarað enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302