Nú ber til at søkja um pengar frá Ítróttavedding

Nú ber til at søkja um pengar frá Ítróttavedding
Pengarnir eru 15 prosent av tí, sum fólk í Føroyum vedda fyri um árið, serliga í Danmark
Pengarnir, okkurt um tvær milliónir um árið, eru ætlaðir sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.
 
04.02.2026 - 10:35

Nú ber til at søkja um pengar, sum landsstýrið fær frá smápartafelagnum Ítróttavedding.

Pengarnir, okkurt um tvær milliónir um árið, eru ætlaðir sum stuðul til verkætlanir og tiltøk til gagns fyri børn og ung.

Pengarnir eru 15 prosent av tí, sum fólk í Føroyum vedda fyri um árið, serliga í Danmark.

Freistin at søkja er 14. apríl.

Eisini ber til at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk. Játtanin er ein millión og 120.000 kr. Umsóknarfreistin er 17. mars.

 

Stuðul til myndlistafólk

Og til ber at søkja um stuðul til myndlistafólk.

Stuðul verður í fyrstu atløgu latin yrkislistafólkum og í aðru atløgu umsøkjarum, sum eru á eini listaligari yrkisleið, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið. 

Játtanin er ikki stór, hon er 150.000 kr.

Freistin at søkja er 17. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286