Uppskot um armslongd tikið aftur

Uppskot um armslongd tikið aftur
Sambært uppskotinum skuldi Mentanargrunnrin eftir tilmælli frá sakkønum ráðgeva avgera, hvør skal fáa pengar til yrkisleiklist
Sirið Stenberh, landsstýriskvinna, hevur tikið uppskotið, sum skuldi tryggja armslongdina í sambandi við pengar til yrkisleiklist, aftur.
 
06.02.2026 - 08:28

Uppskotið, sum skuldi tryggja armslongdina í sambandi við pengar til yrkisleiklist, er tikið aftur.

Tað gjørdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum átti uppskotið, á tingfundinum í gjár.

Eingin annar setti uppskotið uppaftur.

Mentanargrunnurin skuldi, sambært uppskotinum, eftir tilmæli frá sakkønum ráðgevum avgera, hvør fær pengar til yrkisleiklist.

Tað skulu politikarar ikki gera.

Og Leiklistaráðið skuldi eita Palllistaráðið. 

Ráðið skuldi fáa betri umstøður at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum, nú tað ikki longur skuldi viðgera umsóknir um stuðul, sigur Mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585