Hava spurt børn um tað góða lívið

Hava spurt børn um tað góða lívið
Í arbeiðinum at smíðja Barnalógina er stór frágreiðing gjørd um, hvat børn og ung halda vera eitt gott lív
 
10.02.2026 - 13:31

Hvat halda børn og ung, at eitt gott lív er?

Tað kann mann lesa um í frágreiðingini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum er gjørd í sambandi við arbeiðið at smíðja Barnalógina, sum nú hevur verið til almenna hoyring.

Synnøve av Rana er samskipari av barnaverkætlanini. Tilsamans 670 børn hava sagt sína hugsan um tað góða lívið.

- Við kreativiteti, práti og spæli hava børn og ung millum 4 og umleið 20 ár sagt sína hugsan um nógv viðurskifti, sum upp á ymiskar mátar snúgva seg um tey, sigur Synnøve av Rana. 

Hetta er fyrstu ferð, at ein so stór og umfatandi kanning er gjørd av føroyskum børnum og ungum, og sambært Synnøve av Rana er ein stórur partur av vitanini nýggjur og kann fáa bæði foreldur og stovnar at hugsa um barnalívið.

- Fyrst og fremst vísir kanningin, at børn og ung trívast, tá tey kenna seg trygg heima, í skúla, á stovni og  og í grannalagnum. Harafturat útrykkja børnini púra greitt, at náttúran og djór geva teimum frið og tryggleika. Kortini siga fleiri teirra, at tað onkursvegna er trupult at fáa skjóta atgongd til náttúruna, sigur Synnøve av Rana.

Seinastu árini hava vit hoyrt, hvussu nógv børn og ung eru knýtt at snildtelefonum, men sambært hesi kanningini hava snildtelefonir ikki so stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum.

- Børnini fingu sum uppgávu at raðfesta ymiskt á eini linju, sum skuldi vísa, hvat hevði størst og minst týdning fyri teirra trivnað. Har vísti tað seg, at telefonin als ikki hevði so høga raðfesting, og samanumtikið ber til at siga, at sambært børnunum gera sosialir miðlar og ótrygg netnýtsla tey ótrygg, sigur Synnøve av Rana.

Í morgunsendingini forklárar Synnøve av Rana um frágreiðingina hjá Barna- og útbúgvarmálaráðnum.

1794082

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885