Til Dubai á venjingarlegu

Til Dubai á venjingarlegu
Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal í komandi mánaði spæla venjingarlandsdystir móti Singapor og Sameindu Emirríkjunum, boðar Fótbóltssambandið frá
Føroyska landsliðið, sum spældi móti Kroatia í novembur í 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
12.02.2026 - 11:11

Í døgunum 23. til 31. mars fer manslandsliðið í fótbólti á venjingarlegu í Dubai í Sameindu Emirríkjunum, har tveir venjingardystir eisini vera á skránni. 

Tann fyrri verður hósdagin 26. mars, og tá verður tað ímóti Singapor, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 148 í heiminum. Seinni venjingardysturin verður spældur mánadagin 30. mars, og tá verður mótstøðulandið Sameindu Emirríkini, sum eru nummar 68 á FIFA listanum.

- Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026-2027, sum verður spælt í heyst. Lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar, skrivar Fótbóltssambandið.

Í dag klokkan 17 verður lutakast til Nations League bólkaspælið, sum verður í seinnu hálvu av hesum árinum. Í UEFA Nations League eru Føroyar í deild C, styrkisbólki 3, saman við Belarus, Kýpros og Estlandi.

Í styrkisbólki 1 eru Ísland, Albania, Montenegro og Kasakstan. Í styrkisbólki 2 eru Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia, og í styrkisbólki 4 verða umframt Moldova og San Marino, vinnarin av play-off dystinum millum Lettland og Gibraltar, og vinnarin av play-off dystinum millum Luksemborg og Malta.

Føroyar skulu í bólk saman við einum landi úr styrkisbólkunum 1, 2 og 4. Dystirnir í UEFA Nations League 2026–2027 verða spældir í heyst. Fýra dystir eru á skránni frá 24. september til 6. oktober, og tveir dystir verða spældir í tíðarskeiðinum 12. til 17. november.

Føroyar eru í løtuni nummar 125 á listanum. Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896