Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin

Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
Eyðun Nolsøe, tónleikari og sangskrivari, var vikugestur
- Eg eri eitt kensluborið menniskja, og tað staðfesta míni nærmastu eisini
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
14.02.2026 - 12:56

- Tá onkur sigur, at ein sangur hevur fylgt teimum ella hjálpt teimum, so blívi eg glaður, tí so havi eg gjørt okkurt fyri at hjálpa onkrum. Tað er tað mest meiningsfulla við at gera tónleik.

Eyðun Nolsøe hevur skrivað sangir til føroyingar á føroyskum í meira enn 40 ár. Hann byrjaði at spæla gittar longu sum seks ára gamal, og hóskvøldið varð hann tulkaður í sendingini Hoydalar. Ein fantastisk uppliving, sum rørdi Eyðun. 

Eyðun er eitt kensluborið menniskja. Tað hoyrist í hesi samrøðuni, tað sást í sendingini, og tað hoyrist eisini í mongum av hansara sangum, har kærleikin er afturvendandi tema.

- Stutt sagt, er kærlekin meiningin við lívinum. Uttan kærleika hevði menniskjaættin ikki yvirlivað, vit høvdu verið avtoftað. Tað er gjøgnum kærleikan, at vit fyrigeva, og kærleikin gevur okkara lívi meining. So tá fólk siga, at hatta er bara ein kærleikssangur uttan kant, havi eg altíð hugsað, at kærleikin er absolutt tað týdningarmesta í lívinum. Tað er einki, sum er týdningarmeiri enn tað, og øll menniskju hava okkurt forhold til kærleika.

Eyðun valdi tónleikin. Hann gjørdi nakrar royndir at fara undir útbúgving, og hóast tað lá væl fyri, og karakterirnir vóru góðir, so dróg tónleikurin alla tíðina, og í nógv ár hevur hann livað av tónleiki burturav. Tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar, men hann kundi ikki annað.

Hoyr alla samrøðuna við Eyðun Nolsøe.

1795047

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439