Ársins útvarpshitt 2025

Ársins útvarpshitt 2025
Ger tína ávirkan galdandi og atkvøð fyri tí sangi, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin.
 
20.02.2026 - 08:42

Nú er aftur tíð at velja Ársins útvarpshitt. Í fleiri ár hava lurtarar okkara verið við til at gera av, hvør sangur hevur sett sín dám á útvarpsárið, ið fór.

Í fjør var tað Jóannes Joensen, eisini kendur sum Bass Elvis, ið streyk avstað við sigrinum. Sangurin “Tú skalt syngja tær ein sang” gjørdist sambært lurtarunum størsta útvarpshittið í 2024.

Jóhannes Joensen, eisini kendur sum Bass Elvis, eigur ársins útvarpshitt 2024 við sanginum 'Tú skal syngja tær ein sang'.

Fleiri enn 100 sangir, ið hava verið í umferð í útvarpinum, eru við í atkvøðugreiðsluni hesa ferð. Atkvøðugreiðslan letur upp mánamorgunin klokkan 7.

Mikumorgunin verður uppteljing, og tá sleppa teir 10 sangirnir, ið hava fingið flestar atkvøður, víðari í endaumfarið. Síðani byrjar ein nýggj atkvøðugreiðsla, har sangirnir í topp 10 kappast um heiðurin.

Ársins útvarpshitt 2025 verður kunngjørt í morgunsendingini fríggjamorgunin 27. februar.

Tú kanst atkvøða eina ferð um dagin beint her

Tú kanst hoyra sangirnar, sum eru í uppskoti til Ársins útvarpshitt, á Spotify:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286