Búnaðarstovan kann seta festara til viks

Búnaðarstovan kann seta festara til viks
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrsmaður, hevur svarað Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni
Búnaðarstovan umsitur heimildina við varsemi og í samsvari við fyrisitingarlógina og góðan fyrisitingarsið, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.
 
20.02.2026 - 08:15

Ein lóg frá 1937 gevur løgtinginum heimild til at seta festara, sum hevur brúksrættindini, til viks. 

Búnaðarstovan umsitur hesa heimild við varsemi og í samsvari við fyrisitingarlógina og góðan fyrisitingarsið annars.

Leggjast kann afturat, at sama heimild er í aðrari landbúnaðarlóggávu.

Sambært lóg um býarskipanir og byggisamtyktir kunnu kommunur ognartaka lendi til almannagagnlig endamál, so sum frítíðarendamál, grundstykki til húsabygging og vinnulig endamál.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann.

Hann spurdi, nær siðvenjan fyri, nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum, er broytt.

Sambært svarinum hjá landsstýrismanninum er hon ikki broytt.

Les svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572