85 ára hátíðarhald og hugsunardagur

85 ára hátíðarhald og hugsunardagur
Alment hátíðarhald var í skótadepilinum millum Tjarna í Havnardali í sambandi við 85 ára stovningardagin hjá Skótalið KFUM's í Havn
Hugni í skótadeplinum millum Tjarnir í Havnardali
Mynd: Tummas Simonsen  
 
21.02.2026 - 16:54

Dagur var hildin sum Hugsunardagur eisini, sum er ein altjóða skótadagur, har skótarørslan minnist hjúnini og stovnarnir av skótarørsluni, Lord Baden Powel og Olave Baden Powell. 

Foto: Tummas Simonsen

Skótar, smáskótar og úlvar í Havn fóru í kirkju í Havnarkirkju í morgun, og foreldur og systkin vóru við.

foto: Tummas Simonsen

Síðani var farið út í skótadepilin millum Tjarna í Havnardali, har dagurin varð hildin. Í Tórgarðið  savnaðust øll til hugnaligt legubál, og tá møguleiki var eisini at síggja skótadeplinum.

Í kvøld er 85 ára veitsla fyri innbodnum, skrivar Skótalið KFUM's í Havn í tíðindaskrivi. 

Skótalið KFUM's varð stovnað 9. februar 1941, og 170 limir eru í skótaliðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286