Broytingaruppskot um eisini at bjóða Múlaleiðina út

Broytingaruppskot um eisini at bjóða Múlaleiðina út
Tingfólk í bæði andstøðu og samgongu hava lagt uppskotið fram
Broytingaruppskot er lagt fyri tingið um eisini at projektera og bjóða út Múlaleiðina í sambandi við Suðuroyartunnilin.
 
25.02.2026 - 11:03

Nú málið um at fyrireika, projektera og bjóða Suðuroyartunnilin kemur til endaliga viðgerð á tingfundinum í dag, hava tingfólk í andstøðu og samgongu lagt fram broytingaruppskot um eisini at projekteta og  bjóða sonevndu Múlaleiðina út.

Tey, sum hava lagt uppskotið fram, eru Magnus Rasmussen, Johan Dahl og Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum, Árni Skaale í Fólkaflokkinum og Erling Eidesgaard og Liljan Weihe í Tjóðveldi.

Les broytingaruppskotið her. 

Fyri at tingfólk kunnu fáa høvi at seta seg inn í broytingaruppskotið, var tingfundurin niðurlagdur, og hann verður tikin uppaftur klokkan 11.30. 

Tá uppskotið um Suðuroyartunnilin var til 2. viðgerð mánadagin, atkvøddi løgtingið eisini um ett broytingaruppskot frá minnilutanum Magnusi Rasmussen í fíggjarnevndini um Múlaleiðina, men tað fall. 

Níggju atkvøður vóru fyri, 21 ímóti, og ein var blonk.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860